Thomas Bjørn Miezan er eisini givin í B68.
Jóhann Hansson Joensen hevur í dag skift frá B68 til EB/Streym. Har spældi hann m.a. í 2022. Eisini Thomas Bjørn Miezan er givin í B68. Hann hevur skift til B36, men sum skilst er tað í fyrstu atløgu sum partur av næstbesta liðnum har.
B68 hevur leigað álopsleikaran Jóhan Josephsen frá KÍ.
Flytingarvindeygað letur aftur í morgin kl. 16.00.