Páll A. Klettskarð (KÍ), Michal Przybylski (B36) og Sølvi Vatnhamar (Víkingur) eru allir millum bestu málskjúttar fyri føroysk feløg í altjóða fótbólti.
Levi Hanssen og Páll A. Klettskarð eru toppskjúttar undan dystunum í 2024 við níggju málum. Páll eigur sostatt metið, men kann taka tað einsamallur. Tó skal nevnast, at telja málini hjá Klæminti A. Olsen í Breiðablik (3) við, so hevur hann skorað 10 mál. Í summar kann toppskjúttaralistin í Europa fara at broytast. Eisini aðrir liggja so væl fyri, at eitt gott summar kann senda teir upp á toppin. M.a. Árni Frederiksberg, sum skoraði seks mál í 2023. Sí listan undan dystunum í 2024 niðanfyri.
Stuðlað umrøðuni av altjóða fótbólti hjá føroysku liðunum í 2024 á bolt.fo hava: