Her fært tú yvirlit yvir, nær eitt lið verður útsligið og nær eitt lið fer í aðra kapping at spæla.
Altjóða kappingarnar eru settar saman soleiðis, at meistarin byrjar í Champions League. Hini liðini í Føroyum byrja í Conference League, tí fyri at byrja í Europa League, so skulu Føroyar koma uppá minst 33. pláss.
Og kappingarnar eru ymiskt skipaðar alt eftir um ein er meistari ella ikki.
Hjá meistaranum kann tað verða eitt sindur fløkt. Tí vinnur meistarin í 1. umfari í Champions League, so fer hann altíð í Europa League áðrenn Conference League, um hann seinni tapur samanlagt í Champions League. Men tapur føroyameistarin í 1. umfari í Champions League, so leypur hann Europa League um og endar í 2. umfari í Conference League og verður síðani útsligin, um hann tapur samanlagt har.
Felags fyri øll lið sum byrja í Conference League er, at tá tey tapa samanlagt, so eru tey úti. Eisini um man byrjar í 2. umfari sum HB ger í 2024.
Samanumtikið kann sigast, at vinnur meistarin í 1. umfari, so skal hann bara vinna eitt umfar afturat fyri at vinna seg í eitt bólkaspæl. Vinnur meistarin ikki í 1. umfari, so fer hann beinleiðis í Conference League og skal har vinna trý umfør samanlagt fyri at koma í bólkaspæl.
Fyri hini liðini, sum byrja í Conference League, so leingi sum Føroyar ikki eru í topp 33, er tað galdandi, at tey eru útsligin, tá tey tapa.
Stuðlað umrøðuni av altjóða fótbólti hjá føroysku liðunum í 2024 á bolt.fo hava: