Eitt gott summar kann gera, at eitt føroyskt lið fer at byrja í Europa League í 2026.
Í summar byrjar HB í 2. umfari í Conference League. Orsøkin fyri, at HB kann byrja í 2. umfari er, at Føroyar lógu á 43. plássi av teimum 55 limalondunum hjá UEFA, tá styrkislistin endaði í 2023, sum umfatar føroysk úrslit frá 2018-2022. Hesi árini vóru tað serliga B36 og KÍ, sum fingu nógv stig til føroyska roknskapin.
Júst farna kappingarár 2023/24 verður brúkt til altjóða luttøkuna í 2026, og har endaðu Føroyar á 38. plássi. Tað gevur við vissu, treytað av at Russland framvegis ikki luttekur, eitt pláss til steypavinnaran 2024 at byrja í 2. umfari í Conference League í 2025 eins og í ár.
Men so er tað summarið 2024, sum verður brúkt til, hvar liðini skulu byrja í 2026. Áðrenn nakran dyst er greitt, at Føroyar byrja á 35. plássi. Tað gevur tað sama sum eitt 38. pláss, men tað sum Føroyar skulu miðja ímóti er, at koma uppá 33. pláss. Tí á 33. plássi byrjar eitt lið í 1. umfari í Europa League umframt, at eitt byrjar í 2. umfari í Conference League. Tá vilja trý av fýra liðum hava tryggjað sær í minsta lagi at enda í 2. umfari í Conference League. Steypavinnarin 2025 vil tá byrja í 1. umfari í Europa League í 2026 og tað merkir, at um hann tapir, so dettur hann niður í Conference League og fær altíð í minsta lagi fýra dystir.
Munurin uppeftir og niðureftir er lítil hjá Føroyum, so tað kann fara báðar vegir frá 35. plássi alt eftir, hvussu fer at gangast í summar. Á hesum lista fyri londini eru tað sigrar og javnleikir sum telja, meðan tap geva null. Tað er har, at tað hevur týdning at vinna ella spæla javnt t.d. annan dystin eisini, tá lið samlað verða útsligin.
Liðini sum liggja beint frammanfyri eru Finnland og Írland, meðan Ísland, Bosnia & Hersegovina, Lettland og Kasakhstan liggja beint aftanfyri. Føroysk lið hava tilsamans fýra uppgerðir móti liðum frá Lettlandi í 1. umfari. Føroyar hava 9,250 stig. Hvør sigur til føroysk lið geva 0,250 stig, meðan hvør javnleikur gevur 0,125 stig. Tá talan er um longda leiktíð í seinnu dystunum, so telir úrslitið, sum er áðrenn brotssparkskappingina.
Hetta summarið verður avgerandi fyri komandi árini, tí eftir hetta árið fer árið 2020 burtur, tí samlaði stigini umfata altíð síðstu fimm kappingarárini. Tað var saman við 2023 tað besta árið, sum føroysk lið nakrantíð hava havt samlað sæð. Bæði í 2020 og 2023 fingu Føroyar 2,750 stig.
Lutakastið hevur háttað seg soleiðis, at KÍ, Víkingur og B36 í 1. umfari hava góðar og/ella brúkiligar møguleikar á pappírinum at fáa nøkur góð úrslit og hava møguleika at spæla seg víðari, men HB fekk eitt á pappírinum so mikið gott mótstøðulið, at tað skal ein stór sensatión til, um liðið skal spæla seg víðari.
Stuðlað umrøðuni av altjóða fótbólti hjá føroysku liðunum í 2024 á bolt.fo hava: