Ofta er verjuparturin sera avgerandi fyri møguleikunum at spæla seg víðari í altjóða kappingum.
Vit sóu tað í fjør, har KÍ í trimum av fýra dystum móti Ferencváros og Hacken helt nullið, meðan B36 í báðum sínum dystum í 1. umfari helt nullið. Teir síðstu landskappingardystirnar uppundir altjóða dystirnar lótu tey nærum ongantíð meir enn eitt mál inn. KÍ lat 4 mál inn í 9 dystum, meðan B36 lat 7 mál inn í 9 dystum. Í ár hevur KÍ latið 10 mál inn síðstu 9 dystirnar(tríggjar ferðir meir enn eitt mál), meðan B36 hevur latið 18 mál inn síðstu 9 dystirnar. Harav seks ferðir meir enn eitt mál inn. HB hevur latið 7 mál inn síðstu 9 dystirnar, harav einaferð meir enn eitt mál.
Tað liðið, sum hevur verjupartin best uppá pláss til altjóða dystirnar útfrá landskappingini, er Víkingur. Víkingur hevur einki mál altið inn síðstu fimm dystirnar og 4 mál inn síðstu 9 dystirnar, harav bara eitt síðstu 7 dystirnar. Einaferð hesar dystirnar hevur Víkingur latið meir enn eitt mál inn.
Stuðlað umrøðuni av altjóða fótbólti hjá føroysku liðunum í 2024 á bolt.fo hava: