Feløgini samstarva um leigutúr til Lettlands.
Lutakastið vildi tað so, at Víkingur og B36 trektu eitt lið úr Lettlandi. Og bæði skulu spæla á útivølli fyrst. Tað gevur nakrar fyrimunir, tí feløgini hava tikið stig til at samstarva um at leiga eitt flogfar til Riga, høvuðsstaðin í Lettlandi. Setrini sum vóru eftir, tá hóparnir vóru við, eru seldir alment til m.a. viðhaldsfólk hjá báðum liðum og sambært okkara keldum vóru bara trý pláss eftir í gjár.
B36 skal spæla í Riga mikukvøldið, meðan Víkingur spælir í Liepaja hóskvøldið. Hjá Víkingi verður tað ein koyritúrar á eini tríggjar tímar eftir, at hópurin er lendur. Tað passar sostatt væl, tí Víkingur hevur ein dag eyka at fyrireika seg.
At feløgini velja at fara ein slíkan lættan veg kann eisini betra um ítróttarligu møguleikarnar, tí vit hava sæð dømi um, at tað fer hart við einum hópi at brúka langar dagar uppá ferðing stutt áðrenn dystir.
Flogfarið fer úr Føroyum íu kvøkd kl. 20.40 og kemur heimaftur eftir dystin hóskvøldið hjá Víkingi.
Stuðlað umrøðuni hjá føroysku liðunum í Conference League í 2024 á bolt.fo hava: