Hava spælt ein stóran leiklut í ár.
Adi Terzic og Konrad Gustafsson spældu báðir í kvøld sín síðsta dyst fyri NSÍ í ár. Felags fyri báðar eru, at teir eru 26 ár, koma úr Svøríki og hava spælt fast á liðnum hjá NSÍ, tá teir hava verið frískir. Sambæt FaroeSoccer hevur Adi spælt allar 16 dystirnar og Konrad 11 dystir.
Báðir fara sum skilst av landinum. NSÍ hevur eisini fingið tilgongd í summar, og tað ljóðar, at onkur tilgongd møguliga kemur afturat.
NSÍ vann 4-0 á 07 Vestur í eystanstevnudystinum í kvøld og liggur í summarsteðginum fimm stig frammanfyri B36 í kappingini um 4. pláss, sum kanska gevur Europapláss.