KÍ hevur sett fastan høvuðsvenjara hjá monnunum fyri hetta og komandi kappingarár, meðan KÍ hevur skift venjara á kvinnusíðuni.
KÍ skrivar:
KÍ sett høvuðsvenjarar
Leiðslan í KÍ hevur nú avgjørt at seta Espen Haug sum høvuðsvenjari hjá BetriMonnum í hesum og komandi kappingarári. Hartil eru tillagingar gjørdar í KÍ-venjaratoyminum hjá BetriMonnum og BetriKvinnum.
Við yrkisleið sum leikari í Lillestrøm og Raufoss hevur Espen verið venjari hjá Raufoss og seinni Gjøvik-Lyn.
- Okkara royndir við Espen síðan hann tók yvir sum virkandi høvuðsvenjari hava verið góðar. Hóast óvanliga nógvar skaddar lyklaleikarar, hevur hann loyst avbjóðingarnar fyrimyndarliga í góðum samstarvi við leiðslu, starvsfelagaðar og leikarar. Tað er týðiligt, at 48 ára gamli Espen er og hevur verið virkin í fótbólti bæði sum venjari og leikari, sigur KÍ-formaðurin, Tummas Lervig. - Hóast hann er dámligur, er hann eisini málrættaður. Vit meta, at hann nú er tann rætti at standa á odda við tí stóru ítróttarligu uppgávuni at vera høvuðsvenjari hjá KÍ.
- Eg eri sera fegin og stoltur at fáa møguleikan at standa á odda og verða høvuðsvenjari hjá KÍ. Hátturin felagið og Klaksvíkin hevur tikið í móti mær hevur verið einastandandi. Saman við venjaratoyminum og leikarunum fara vit at arbeiða hart fyri at gera framstig. Og eg skal eisini takka míni familju í Noreg fyri, at tey geva mær møguleika fyri at halda fram sum fótbóltsvenjari í Føroyum.
Umframt at seta høvuðsvenjara, eru samstundis gjørdar aðrar broytingar í venjaratoyminum. Í seinnu hálvu kemur venjarin hjá BetriKvinnum, Kristoffer Kvistgaard, at leggast afturat BetriMonnum og hartil hava ábyrgdina av 1.deild monnum og talentleikarunum, sum eru ávegis til truppin hjá BetriMonnum.
Jonas Nizze Nielsen, akademileiðari, er settur høvuðsvenjarin hjá BetriKvinnum, sum hann kemur at røkja saman við Rúnu Bjartalíð og Svanberg Óskarsson.
Áðrenn komandi UEFA-uppgávurnar skulu BetriMenn leika ímóti B36 á nýggja vøllinum, sum í dag er klárur at taka í nýtslu. Hesin dysturin er hóskvøldið kl.18:30.