Í málmøguleikum var ikki stórvegis munur á liðunum, men HB hevði ein leikara, sum dugdi at gagnnýta sínar málmøguleikar, og tað gjørdist munurin.
Hattrik til Áka Samuelsen, sum tryggjaði HB ein 3-0 sigur á KÍ. Hetta var eisini ein staðfesting av, at tað verður HB, sum fer at kappast um FM í ár saman við Víkingi og ikki KÍ, sum nú er níggju stig aftanfyri bæði tey fremstu liðini. Fyrsta málið hjá Áka var ein perla og eitt boð uppá ársins mál. HB mennist so nógv gjøgnum kappingina, at eingin kann avskriva, at Víkingur kann fara at fáa kapping til tað síðsta. Í dag sást eisini á bonkinum hjá HB, at har er breidd, sum støðan er nú.
Í hinum dystunum vunnu allir favorittarnir. Mest stóð, kanska ikki so óvæntað heldur, á B36, sum tó í síðstu løtu fekk sigursmálið móti botnsliðnum ÍF.
Úrslitini í dag:
NSÍ-EB/Streymur 4-0
HB-KÍ 3-0
Víkingur-B68 3-0
ÍF-B36 3-4