Í morgin spæla Føroyar seinna dystin í Baltic Cup.
Føroyar taptu 4-1 móti Estlandi. Hetta var fyrsti sigurin hjá Estlandi í síðstu 15 landsdystunum. 12 eru taptir og tveir javnleikir. Í mun til dystin móti Póllandi í mars, sum er síðsti teljandi landsdystur hjá Estlandi, so vóru bara fýra leikarar, sum gingu aftur frá tí uppstillingini. Sostatt vóru nógvar broytingar á báðum liðum hendan dagin.
Nú skulu Føroyar møta Lettlandi. Lettland hevur bara vunnið ein landsdyst seinastu 17 dystirnar, sum var ein 2-0 sigur á heimavølli móti Armenia. Fimm javnleikir og 11 tap.
Taka vit so Føroyar, so hava Føroyar vunnið ein landsdyst síðani sigurin á Turkalandi í september í 2022. Tað var venjingardysturin móti Liktinstein. Føroyar hava spælt tríggjar javnleikir og tapt 11 dystir.
Lettland-Føroyar byrjar kl. 17.00 og verður vístur í KVF.