Eitt gott summar kann gera, at føroysk lið fara at spæla í Europa League í 2026.
Í summar byrjar HB í 2. umfari í Conference League, sum hevur týdning fíggjarliga og tað økir møguleikarnar framyvir, tí HB fær hægri styrkistal enn, um liðið byrjaði og endaði í 1. umfari. Orsøkin fyri, at HB kann byrja í 2. umfari er, at Føroyar lógu á 43. plássi av teimum 55 limalondunum hjá UEFA, tá styrkislistin endaði í 2023, sum umfatar føroysk úrslit frá 2018-2022. Hesi árini vóru tað serliga B36 og KÍ, sum fingu nógv stig til føroyska roknskapin.
Júst farna kappingarár 2023/24 verður brúkt til altjóða luttøkuna í 2026, og har endaðu Føroyar á 38. plássi. Tað gevur við vissu, treytað av at Russland framvegis ikki luttekur, eitt pláss til steypavinnaran 2024 at byrja í 2. umfari í Conference League í 2025 eins og í ár.
Men so er tað summarið 2024, sum verður brúkt til, hvar liðini skulu byrja í 2026. Áðrenn nakran dyst er greitt, at Føroyar byrja á 35. plássi. Tað gevur tað sama sum eitt 38. pláss, men tað sum Føroyar skulu miðja ímóti er, at koma uppá 33. pláss. Tí á 33. plássi byrjar eitt lið í 1. umfari í Europa League umframt, at eitt byrjar í 2. umfari í Conference League. Tá vilja trý av fýra liðum hava tryggjað sær í minsta lagi at enda í 2. umfari í Conference League.
Munurin uppeftir og niðureftir er lítil hjá Føroyum, so tað kann fara báðar vegir frá 33. plássi alt eftir, hvussu fer at gangast í summar og har spælir lutakastið eisini nógv inn. Tí vit síggja, at stórur munur er á mótstøðustyrkini, sum føroysku liðini kunnu møta- Á hesum lista fyri londini eru tað sigrar og javnleikir sum telja, meðan tap geva null. Tað er har, at tað hevur týdning at vinna ella spæla javnt t.d. annan dystin eisini, tá lið samlað verða útsligin.
Liðini sum liggja frammanfyri eru Finnland og Írland, meðan Ísland, Bosnia & Hersegovina, Lettland og Kasakhstan liggja beint aftanfyri.
Lutakastið til 1. umfar í Champions League og Conference League verður 18. juni.