Í gjár var fult umfar og eingin dystur endaði við minni enn fýra málum á muni.
Kappingin hjá kvinnum í ár hevur heili átta lið við. Tað er jaligt, men tað hevur eisini ein prís. Tí tað ger, at nógvir dystir verða leiktir, har sera stórur munur er á liðunum. Higartil eru 32 landskappingardystir leiktir og í 20 av teimum hevur minst annað liðið skorað minst fýra mál. Seks dystir eru endaði við javnleiki ella agt hægst eitt mál hevur verið á muni. Eftir 14 umfør fer kappingin í tvey, tá meistaraspæl byrjar og tað fer uttan iva at gera, at dystirnir verða javnari.
KÍ er oddalið við 22 stigum. KÍ vann heili 9-0 á B36 í gjár. Avbjóðarar til KÍ eru serliga Víkingur (20 stig) og síðani NSÍ (17 stig). Víkingur vann 4-0 á HB, meðan NSÍ vann 14-2 á Skála. Síðsti dysturin endaði við 4-0 sigri til TB/FCS/Royn á útivølli móti FC Hoyvík.