Tað endaði við stórtapi eftir, at Føroyar komu á odda í Tallinn.
Tað byrjaði væl, tí í 24. minutti sendi Hanus Sørensen innlegg til Petur Knudsen, sum skoraði sítt fyrsta landsliðsmál. Leiðslan helt til beint áðrenn hálvleik, tá Estland spældi seg væl ígjøgnum føroysku verjuna.
Estland kom eisini tíðliga á odda 2-1 og móti endanum komu tvey mál afturat til heimaliðið, so úrslitið bleiv heldur ljótt. Men greiður munur var á liðunum, og verjuspælið var ikki nøktandi í seinna hálvleiki.
Týsdagin spæla Føroyar um 3. plássið í Baltic Cup móti Lettlandi í Liepaja. Tað verður sostatt upphiting millum somu lið, sum møtast tvær ferðir seinni í ár í Nations League.