Toppskjúttarnir hjá B36 og KÍ eru teir, sum oftast hava verið í brotssteiginum hjá mótstøðuliðnum.
Páll A. Klettskarð er toppskjútti í deildini við 12 málum, meðan Marius K. Lindh er toppskjútti hjá B36 við seks málum.
Marius K. Lindh hevur havt nógv flestar nertingar í brotssteiginum hjá mótstøðuliðnum sambært hagtølum hjá Wyscout. Hann hevur 91 nertingar.
Flest nertingar í brotssteiginum hjá mótstøðuliðnum:
1. Marius K. Lindh (B36) 91
2. Páll A. Klettskarð (KÍ) 80
3. Zean Dalugge (B36) 58
4. Poul Kallsberg (Víkingur 56
4. Bjarki Nielsen (B36) 56