Hagtølini hjá ÍF eru sermerkt.
Sambært væntað mál ímóti hjá Wyscout, so burdu bæði 07 Vestur og B68 latið fleiri mál inn enn ÍF. Men ístaðin hevur ÍF latið nógv flest mál inn. Og heili 14 meir enn málmøguleikarnir ímóti siga sambært hagtølunum.
Latið ''ov mong'' mál inn í mun til xG:
+ 14: ÍF
+ 6: B36
+ 3: NSÍ
Hinvegin hevur HB latið nógv færri mál inn, enn hagtølini siga at teir ’’burdu’’. Seks mál fleiri ’’burdu’’ verið farin ígjøgnum hjá HB.
Latið ''ov fá'' mál inn í mun til xG:
- 6: HB
- 3: 07 Vestur
- 3: B68