Summi nøvn eru sett í samband við venjarastarvið.
B36 og Dan Brimsvík fóru hvør til sítt í gjár. B36 segði í tíðindaskrivinum, at nýggjur venjari verður kunngjørdur ein av komandi døgunum.
Tað bendur á, at B36 stendur ikki á berum. Og tá venjaraskiftið er mitt í kappingini er kanska sannlíkt, at talan er um venjara, sum kennir føroyskan fótbólt.
Ein venjari, sum er settur í samband við starvið hjá B36, er svenski venjarin Glenn Stål. Hann hevur áður verið venjari hjá TB/FCS/Royn og NSÍ í Betri Deildini. Hann hevur einki starv í løtuni, men hevur síðstu árini verið venjari í Saudi Arabia og í tveimum førum í bestu deildini í Litava.
Eitt annað navn sum er nevnt er Sámal Erik Hentze, sum vann FM við B36 seinast hann var venjari í felagnum, sum var í 2014. Hann hevur einki felag havt síðani 2023. Ein annar FM-venjari í B36-søguni er Eyðun Klakstein, sum nú er U21-landsliðsvenjari.
1.deildarvenjarin hjá B36, Martin Wood, hevur av summum verið mettur sum ein møguleiki, tí hann hevur fingið B36 til oddalið í 1.deild, men sambært Transfermarkt hevur hann ikki A-venjaraútbúgving. Okkum er tó ógreitt, um hann er byrjaður uppá A-venjaraútbúgvingina, sum kann verða nokk.
Helst hevur B36 eina kenslu av, at tann ella onkur av teimum, sum felagið hevur tosað við, er sinnaður at taka við, tá felagið skrivar, at nýggjur venjari verður kunngjørdur ein av komandi døgunum.
Komandi dystur hjá B36 er 15. juni á heimavølli móti B68. Síðani er avgerandi hálvfinalan móti TB 19. juni. Dystirnir eftir tað áðrenn Conference League eru móti ÍF, Skála og KÍ. So nýggi venjarin fær eina ’’bleyta’’ byrjan við fýra dystum, har góður møguleiki á pappírinum er fyri at vinna áðrenn stóru royndina móti KÍ í Klaksvík.