Men hann telist ikki millum 40 teir bestu útileikararnar í Føroyum í løtuni sambært landsliðsútøkuni,
Tá KÍ-Víkingur spældu toppdyst sunnudagin var kanska mest eyðsýndi leikarin á vøllinum 21 ára gamli Poul Kallsberg hjá Víkingi. Hann var lyklaleikarin aftanfyri bæði málini hjá Víkingi, og hann burdi eisini havt eitt upplegg afturat í fyrra hálvleiki, tá hann spældi Finn Justinussen púra leysan frammanfyri málinum.
Hetta var ein staðfesting av einum framúrskarandi kappingarári hjá Poul Kallsberg, sum er uppaldur í Skála.
Hann hevur skorað seks mál, hevur lagt upp til sjey mál og hevur havt triðseinasta fót á fýra málum. Tilsamans gevur tað 17 mál, sum hann hevur átt ein stóran leiklut í í landskappingini í 12 umførum av teimum 34 málunum, sum Víkingur hevur skorað, sum svarar til 50 % av málunum og meir enn fýra tey aftastu liðini í deildini hava skorað. Tá er hann ein vongur, sum eisini hevur nógvar verjuskyldir, sum allir leikarar hjá Víkingi hava, og av hesum málum er einki brotsspark.
Ikki millum 40 teir bestu útileikararnir
Eftir eitt so gott kappingarár kann tað ti undra, at Poul ikki hevur fingið A-landsboð hesaferð. Hesaferð spælir U21-landsliðið, har Poul hevur verið partur av síðstu árini, ikki og tí hava fleiri U21-landsliðsleikarar fingið landsliðsboð hesaferð. Poul Kallsberg hevur tvær landsliðsamlingar eftir í heyst, so er hann ov gamal til U21-landsliðið, so longu til dystirnar í Nations League ú november er tað A-landsliðið, sum Poul bara kann spæla fyri. Og eftir øll avboðini, so kann man rokna seg fram til, at Poul ikki telist millum 40 teir bestu útileikararnar í løtuni sambært landslðsvenjaranum. Og tað kann tykjast løgið, tá talan er um helst besta ella ein tann besta álopskenda leikaran í deildini í løtuni.
FSF kunngjørdi á tiðindafundinum, at hesir útileikararnir ikki vóru tøkir hesaferð:
Odmar Færø
Hallur Hansson
Heini Vatnsdal
Magnus Egilsson
Jákup B. Andreasen
Hørður Askham
Jóannes Bjartalíð
Ári M. Jónsson
Sonni Ragnar Nattestad
Sølvi Vatnhamar
Andrass Johansen
Síðani eru tað hesir, sum ikki eru tøkir, men sum helst vóru við, um teir vóru tøkir:
Gilli R. Sørensen (1.deild)
Mads Bo Mikkelsen (skaddur)
Bartal Wardum (skaddur)
Andrias Edmundsson (avboð)
Brandur H. Olsen (avboð)
Atli Gregersen (givin)
Árni Frederiksberg (givin)
Páll A. Klettskarð (fyribils givin)
Afturat hesum eru eisini aðrir skaddir leikarar, sum kanska eisini høvdu verið uppá tal til landsliðið.