Vit hava hugt afturá tíðina hjá Dan Brimsvík í B36.
Í dag fóru B36 og Dan Brimsvík hvør til sítt. Dan Brimsvík byrjaði í starvinum eftir landskappingarenda í 2020, tá B36 og Jákup á Borg steðgaðu samstarvinum.
Soltin úrtøka í landskappingini
Í landskappingini hevur tað verið soltið við stigum hesi árini. Tað siga hagtølini frá FaroeSoccer.

Fyri eitt stórt felag sum B36 er tað sostatt bara í 2023, at stigini eru áleið har, sum ein kann rokna við av einum so stórum felag, tí tað eru vanliga á 55+ stig, at topp liðini liggja, um tey ikki hava miseydnað ár.
Kundi havt tvey løgmanssteyp
Fyrsta heila kappingarárið hjá Dan Brimsvík vann B36 løgmanssteypið. Hetta kundi hent aftur í ár, tí B36, tí góð lutakøst hava gjørt, at B36 eigur at koma í finaluna. Og í einari finalu kann alt henda, serliga tá B36 spælir, sum er tiltikið at verða gott lið til slíkar einstakar dystir í løgmanssteypinum ella Europadystum.
Framúr úrslit í Europa
Í altjóða fótbólti var hinvegin einki at seta fingurin á við Dan Bramsvík. B36 spældi seg í 2021 til altjóða fótbólt og hevur sostatt spælt í 2022 og 2023. Bæði árini eydnaðist tað at spæla seg víðaru tvær ferðir. B36 var heppið við lutakastinum at møta Tre Fiori úr San Marino í 2022 og Haverfordwest úr Wales í 2023. Men í 2022 sendi B36 Borac Banja Luka úr Bosnia & Hersegovina úr úr Conference League. Hetta telist millum flottastu úrslitini í altjóða fótbólti hjá føroyskumj feløgum. Í 2023 var tað Paide úr Estland, sum B36 sendi út úr Conference League. Eisini eitt flott úrslit. Hetta hevur gjørt sítt til, at B36 helst er í einari góðari støðu fíggjarliga sæð nú, men tað broytist skjótt, um B36 í ár ikki spælir seg til altjóða fótbólt í 2025.
Um ein mánaða eru altjóða uppgávur fyri framman hjá B36 og tí var tíðspunktið at steðga samstarvinum við venjaran, sum hevur havt sína styrki í altjóða fótbólti, kanska ikki tað besta. Men hinvegin hevur B36 stórt sæð ongan dyst vunnið síðani 3. umfar í landskappingini og einaferð kemur eitt felag og/ella ein venjari til eitt punkt, har einki annað val er enn at steðga samstarvinum. Vit hava tó fingið upplýst alment í fjør, at í B36 vóru allir málsetningar roknir síðstu árini og útfrá tí er tað kanska óvæntað, at B36 og Dan fara hvør til sítt longu nú, tí enn er kappingarárið 2024 so stutt fráligið, at B36 kann røkka topp 4, vinna løgmanssteypið og spæla seg víðari í altjóða fótbólti.
Samanlagt var tíðin hjá Dan Brimsvík fyri okkum uttanfyri merkt av, at tað í landskappingini ikki komu nóg nógv stig til høldar, meðan liðið hevði nakrar minnilgar toppar í 2021 (løgmanssteypið), 2022 (víðari tvær ferðir í Conference League) og 2023 (víðari tvær ferðir í Conference League)