FCK og Brøndby eru millum møguleikarnar.
Nú er greitt, hvørji lið verða styrkismett í 2. umfari í Conference League. Har byrjar HB og har kunnu B36 og Víkingur eisini koma at spæla, um tey spæla seg víðari. Um so er, so verður B36 styrkismett, meðan Víkingur yvirtekur plássið, hjá liðnum, sum verður útsligið av Víkingi. Tí lutakastiå til 2. umfar verður áðrenn 1. umfar er leikt. Einasta liðið, sum er ógreit enn, er, hvat eina liðið úr Belgia verður. Dagin fyri ella á sama degnum 19. juni, tá lutakastið verður, so verða liðini koyrd í bólkar og vanliga eru hesir bólkar í minsta lagi eitt sindur settir upp eftir landsfrøði og tí er ikki óhugsanid, at FCK og/ella Brøndby verður millum møguleikarnar hjá HB.
