Jákup B. Andreasen og Jóannes Bjartalíð spæla ikki komandi mánaðarnir.
Í síðstu vikum gjørdist greitt, at Jákup B. Andreasen ikki spælir í áleið fimm teir komandi mánaðarnir. Og í vikuskiftinum var eisini greitt, at Jóannes Bjartalíð ikki spælir í fleiri mánaðir. Ein vøddi er skrædnaður og tað kann verða sum skilst, at hann ikki spælir aftur í 2024.
Sølvi Vatnhamar fór skaddur út í fyrra hálvleiki í gjár, men har er neyvan talan um langtíðarskaða. Tó eru venjingardystirnir hjá landsliðnum í juni kanska í vanda.
Frammanundan eru Hallur Hansson, Heini Vatnsdal og Odmar Færø langtíðarskaddir av landsliðsleikarum.