Hugdu eftir einum leikara hjá Víkingi.
Geza David Turi telist millum bestu leikararnar í Føroyum, og tað hevur verið alment í eina tíð, at stórur áhugi er fyri honum uttanlands. Bolt.fo veit frá sera góðum keldum, at umboð frá Grimsby í ensku league two og Viborg úr Superliguni vóru í Klaksvík og hugdu eftir Geza. Geza váttar fyri bolt.fo at felag ella feløg vóru og hugdu eftir sær í dag. Hann sigur, at tað er ein møguleiki fyri, at hann fer uttanlands í ár, men at tað eisini spælir inn, um hann fær føroyskt pass. Hann sigur, at tað er ikki avgjørt, um hann fær hetta ella ikki í fyrra umfarinum í ár. Sostatt er alt ógreitt viðvíkjandi pappírunum.
Geza David Turi spældi ein góðan dyst á miðvøllinum hjá Víkingi í dag, men tað var KÍ sum vann 2-1.