Um nakrar vikur verður lutakast um, hvussu spælast skal í altjóða kappingunum í summar. Góð tíðindi fyri B36, tá hugt verður hvønn veg tað ber í styrkismetingini.
Fyrr í ár høvdu vit eina grein um hvørt lið av teimum, sum í summar skulu spæla í altjóða fótbólti og hvussu útlitini vóru fyri styrkismeting o.s.v.
Føroysku liðini í summar byrja:
KÍ: 1. umfar í Champions League
HB: 2. umfar í Conference League
Víkingur: 1. umfar í Conference League
B36: 1. umfar í Conference League
Niðanfyri fara vit at hyggja eftir styrkismetingini. Og fyri at skilja hetta er týdningarmikið at gera sær greitt, at tá tosað verður um styrkismetingar í 2. umfar, so er tað tí at lutakastið til 2. umfar verður áðrenn dystirnir í 1. umfari eru leiktir, og tí fær man hugt fram til 2. umfar í fall, at føroysku liðini spæla seg víðari. Styrkismetingin verður gjørd útfrá úrslitum síðstu fimm árini í altjóða fótbólti.
KÍ verður ikki styrkismett í 2. umfari
Hjá KÍ hevur tað leingi verið greitt, at liðið verður styrkismett til 1. umfar í Champions League. Tað mesta bendi eisini á, at liðið bleiv ov stutt til at blíva styrkismett í 2. umfari, og hetta er framvegis støðan. KÍ verður ikki styrkismett í 2. umfari. Hjá KÍ eru so nógvir møguleikar seinni, tí vinnur KÍ 1. umfar, so fer liðið í Europa League eftir eitt møguligt tap í Champions League, men tapur KÍ í 1. umfari, so sleppur KÍ ikki í Europa League, men dettur beinleiðis niður í 2. umfar í Conference League, har liðið møtir einum tapara av 1. umfari í Champions League. Bestu liðini á pappírinum, sum KÍ sum styrkismett kann møta í 1. umfari eru kanska Celje úr Slovenia og Dinamo Minsk úr Hvítarusslandi.
HB kann møta FCK ella Besiktas
Hjá HB er sannlíkt, tó at tað ikki er endaligt enn, tí so nógvar kappingar ikki eru lidnar, at liðið verður ikki styrkismett í 2. umfari í Conference League. Endaðu kappingarnar nú, so eru sterk mótstøðulið sum FCK úr Danmark, Gent úr Belgia, FC Midtjylland úr Danmark, NEC Nijmegen úr Hollandi og Besiktas úr Turkalandi møguleikar.
Víkingur hevur truplastu fortreytirnar
Truplastu fortreytirnar av teimum føroysku liðunum at koma langt hevur Víkingur. Tí liðið byrjar í 1. umfari í Conference League og nógv bendur á, at liðið verður ikki styrkismett. Tó er lutfalsliga nógvir góðir møguleikar fyri at fáa realistiskan møguleika at koma víðari í 1. umfari, so her spælir lutakastið nógv inn. Tað hava vit sæð síðstu árini hjá júst Víkingi, sum hevur havt hepni við sær og trekt lið frá Gilbraltar og Andorra, hóast liðið ikki hevur verið styrkismett. Millum sterkastu liðini sum Víkingur kann trekkja, um kappingarnar endaðu nú, er Maribor úr Slovenia, men annars koma liðini frá londum, sum føroysk lið áður hava roynt at sent út sum t.d. úr Finnlandi, Georgia og Litava.
B36 verður helst styrkismett í 2. umfari
Hjá B36 hevur leingi verið greitt, at liðið verður styrkismett í 1. umfari í Conference League. Men stórt ivamál hevur verið við 2. umfari. Har lá B36 á markinum fyri nøkrum vikum síðani. Nú sær nógv betri út, tí nú liggur B36 til at blíva styrkismett og hevur fimm lið aftanfyri seg, sum eru fyrr í vanda fyri at detta niður til at ikki verða styrkismett.
Í 1. umfari eru bestu liðini sum B36 kann møta frá londum sum Írlandi, Finnlandi, Hvítarusslandi og Bosnia & Hersegovina. Í 2. umfari er nøkur av bestu liðunum, sum B36 kann møta, um B36 verður styrkismett og kappingarnar endaðu nú, lið sum Brann úr Norra, Tromsø úr Norra, Hapoel Haifa úr Ísrael og Hacken úr Svøríki.
Lutakastini til 1. og 2. umfar í altjóða kappingunum verður 18.-19. juni og tríggjar vikur seinni verða fyrstu dystirnir.