Nakað óvæntað sendi TB, sum liggur á 7. plássi í 1.deild, B68, sum liggur á 9. plássi í Betri Deildini út úr kappingini um løgmanssteypið. Hetta er fyrstu ferð síðani 1995, at TB er í hálvfinaluni.
Tað endaði 1-1 í vanligu leiktíðini og í longdu leiktíðini kom einki mál. Í brotssparkskappingini skoraðu allir TB-leikararnir, meðan tann eini B68-leikarin ikki fekk mál. Stór frøði á TB-leikarum og áskoðarum og fyri fyrstu ferð í nógv ár er eitt lið úr næstbestu deildini í hálvfinaluni, har lutakast verður sunnudagin eftir dystin í Klaksvík.
Í hinum báðum dystunum bleiv eisini long leiktíð, men í henni fingu HB og B36 skorað avgerandi málini móti EB/Streymi og NSÍ og vunnu seg víðari.