Víkingur spardi nógv fólk til dystin móti KÍ sunnudagin. Í longdu leiktíðini kom hol á móti AB.
Liðið hjá Víkingi spardi nógvar leikarar til dystin í Klaksvík sunnudagin og tað sást eisini aftur, tí í vanligu leiktíðini endaði tað 0-0. Í longdu leiktíðini bragdaði. Innskifti Arnbjørn Svensson skoraði til 1-0 og innskifti Rani Hansen skoraði tvey mál til úrslitið 3-0.
Víkingur er sostatt í hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið eftir sigrar á FC Hoyvík og AB.