Í trimum av dystunum eru stórfavorittar.
Í kvøld verður tann fyrsta fjórðingsfinalan, tá oddaliðið í landskappingini, Víkingur, tekur ímóti AB, sum júst hevur tapt landskappingardyst móti botnliðnum FC Hoyvík í 1.deild. Har er Víkingur stórfavorittur.
Í morgin kl. 14.00 fær TB vitjan av B68. Og hóast B68 ongan dyst hevur vunnið í landskappingini, so er B68 stórfavorittur at vinna í Trongisvági, tí TB hevur bara vunnið tveir av átta landskappingardystum í næstbestu deildini í ár.
Í morgin kl. 16.00 fær EB/Streymur vitjan av HB. Hetta kann kanska blíva ein spennandi dystur, hóast HB er greiður favorittur, tí EB/Streymur hevur m.a. givið HB dygga mótstøðu í landskappingini í ár.
Mest spennandi dysturin verður í morgin kl. 15.00, tá B36 fær vitjan av NSÍ. NSÍ er fýra stig frammanfyri í landskappingini og hevur vunnið á B36 fyrr í ár í landskappingini. Hetta er helst orsøkin til, at veddingarfyritøkur hava NSÍ sum lítlan favoritt. Men B36 hevur ein hóp, sum á pappírinum er betri enn tann hjá NSÍ og hevur eisini heimavøll. Og hóast B36 í í kreppu, um hugt verður eftir úrslitunum, so var avrikið móti HB sunnudagin gott. Fær B36 tað avrikið fram, so er sannlíkt, at heimaliðið vinnur, tí man sær í stórum løtum í nógvum dystum hjá uppflytarunum NSÍ, at fleiri leikarar enn skulu tillaga seg til at 1.deild er blivin til Betri Deildina.
Televarpið vísir allar dystirnar.