Tað hevur hilnast væl hjá HB at flutt Hanus Sørensen fram á miðvøllin.
Longu í fjør bleiv Hanus einstakar dystir fluttur fram á miðvøllin, men í ár hevur hann havt fast pláss á sentrala miðvøllinum nakað til høgru í 4-3-3 leikskipanini hjá HB. Hetta hendi eftir, at HB fekk tilgongd av Mathias Voss undan kappingarbyrjan.
Og hóast mong helst undraðust yvir hesa broyting, so hevur hon eydnast væl eins og tað mesta hevur, sum italski HB-venjarin Adolfo Sormani hevur gjørt. Eftir átta umførum hevur Hanus Sørensen flest upplegg (6). Sí teir fimm, sum hava fýra ella fleiri upplegg niðanfyri.
