Fyrrverandi føroyski landsliðsleikarin, Súni Olsen, spældi saman við komandi Liverpool-venjaranum, Arne Slot, í hollenska felagnum FC Zwolle, har Arne Slot var ein av leikarunum, sum Súni Olsen kom at hava tættast tilknýti til í tí tíðini.
Liverpool í í hesum døgum í samráðingum við nýggjan venjara, sum skal taka yvir eftir Jurgen Klopp frá í summar. Og miðlafólkini við bestu keldunum siga, at tað verður hollenski Arne Slot, sum ein av komandi døgunum væntast at gera avtalu við Liverpool. Hann er í dag venjari hjá Feyenoord úr Hollandi. Fyri ein føroying er hetta kanska serliga áhugavert. Tí fyrrverandi føroyski landsliðsleikarin Súni Olsen var liðfelagi hjá komandi Liverpool-venjaranum í tvey ár, har teir komu at kennast.
Kom at kenna Arna Slot
- Í 2000 fór eg til Hollands at royna eydnuna sum yrkisleikari hjá FC Zwolle (nú PEC Zwolle) - tað var Dwight Lodeweges (fyrrverandi hollendskur landsliðsvenjari og hjálparvenjari hjá Ronald Koeman), sum fegin vildi hava meg til felagið. Eg bleiv keyptur inn sum ein talentleikari, sum skuldi viðkað um breiddina á hópinum - í hópinum vóru bara hollendskir leikarar, og tað bleiv ein látur í skiftingarrúminum, tá eg fyrstu ferð traðkaði inn í tað, tí allir hildu, at eg mátti verða ein myrkur leikari frá Afrika (hetta var áðrenn alnótin var komin orduliga í brúk, og ongin hevði ánilsi yvir, hvat og hvar Føroyar var. Teir leikararnar, sum eg koma at kenna best fyrstu tíðina, vóru Arne Slot og Dominggus Lim-Duan, sum sótu og skiftu við ávikavist mína vinstru og høgru lið. Teir hjálptu mær nógv fyrstu tíðina. Eg leikti 2 kappingarár saman við Arne Slot (2000-2002). Hann var ein blíður persónur, sum var lættur at práta við - hann var eisini millum stjørnurnar á liðnum, og leikti sum 10’ari á álopskenda miðvøllinum - ein tekniskt framúr leikari við øgiligum kreativiteti og málsøkni. Fyrra kappingarárið leiktu vit um at flyta upp í bestu deildina, men tað miseydnaðist - seinna kappingarárið gekk betri, og vit vunnu næstbedstu deildina við einum stórspælandi Arne Slot. Hann bleiv eisini seldur tað summarið til NAC Breda. Hetta var ein spennandi og stuttlig tíð, umframt at eg mentist nógv sum leikari og menniskja, sigur Súni Olsen við bolt.fo.
Møttust aftur í 2017
- Eg møtti Arne Slot seinast í 2017, umframt fleiri aðrar leikarar, tá eg vitjaði aftur í Zwolle - og stuttligt var at tosa um gomlu tíðina. Vit hava ikki nakað beinleiðis samband okkara millum, men eg tosi meira við beiggja hansara Jakko Slot. Kenni eg Arne Slot rætt, so er hann ikki tann persónurin, sum reikar nógv á sosialu miðlunun, og tí skulu aðrir hættir til at finna samband við hann, sigur Súni Olsen at enda.