Tá vit skrivaðu fyrr í dag, at Skála spældi við ólógligum leikara móti NSÍ, so er hetta ikki rætt, hóast leikarin ikki hevði aldur til bestu deildina.
Tí eftir at greinin er skrivað hava vit fingið nýggjar upplýsingar í málinum. Tað vísir seg nú, at FSF hevur givið skrivligt undantaksloyvið til, at 14 ára gamla Sara Benjaminsen sleppur at spæla við besta liðnum hjá Skála hóast hon er ov ung, tí aldursmarkið er 15 ár.
Eitt áhugavert undantaksloyvið, tí okkum vitandi eru dømi um leikarar, sum feløg ikki hava brúkt, hóast tey kundu ynskt sær tað, vegna aldursmarkið. Tí er ikki óhugsandi, at fleiri slík dømi verða komandi tíðina, men sum skilst eru krøv um, at tað skulu verða serligar umstøður, um hetta undantaksloyvi verða givin.