Men Skála tapti stórt og tí fær tað ikki týdning fyri úrslitið.
Eftir at hendan grein er skrivað eru nýggjar upplýsingar um málið. Les grein um tað HER
Á páskum fór kvinnukappingin í gongd. M.a. var dystur millum NSÍ-Skála, sum NSÍ vann 7-0. Eitt sum var áhugavert í hesum dystinum var, at Skála brúkti ein ólógligan leikara. Tí innskifta Sara Benjaminsen, sum kom inn í 47. minutti við støðuni 3-0, var bara 14 ára gomul. Hon hevur ikki loyvið at spæla fyrr enn 19. juli, tá hon fyllir 15 ár. Tí í bestu kvinnudeildini er aldursmarkið 15 ár, meðan tað er 16 ár í bestu manscdeildini.
Frá kappingarreglunum hjá FSF:
Landskappingin í fótbólti verður skipað soleiðis:
Fyri at luttaka í vaksnamannadeildini, skal leikari vera fyltur 16 ár.
B: Kvinnudeildin
Meistaradeildin, í mesta lagi 10 lið
1. deild, óavmarkað
Fyri at kunna luttaka í kvinnudeildini, skal leikari vera fyltur 15 ár.