B71 vann toppdystin í 1.deild í dag.
Í 1.deild eru fyrstu ábendingarnar um, at at tað kann blíva eitt spennandi uppflytingarstríð. FC Hoyvík er einasta liðið av teimum fimm, ið kunnu flyta upp, sum tykist ov veikt til at kunna fara at kappast í toppinum. B71 hevur vunnið allar tríggjar dystirnar og er oddalið. Uppflytararnir FC Suðuroy hava eisini fingið eina góða byrjan og vunnu í dag í Leirvík í tí, sum má metast millum truplastu útidystirnar í deildini. Í Trongisvági vann AB á TB og tað merkir, at TB longu hevur tapt tveir dystir. Tað merkir, at AB liggur á 3. plássi. Helst mugu vit eisini rokna TB uppí uppflytingarstríðið, sum tá telir fýra lið av teimum fimm, ið kunnu flyta upp.
Úrslitini í dag:
Víkingur-FC Suðuroy 0-1
B36-HB 1-1
FC Hoyvík-KÍ 0-2
B71-NSÍ 4-1
TB-AB 1-2