Adrian Justinussen hevur viðgongd í løtuni. Hann hevur fingið eina flúgvandi byrjan í donskum fótbólti, har hann spælir fyri Hillerød í næstbestu deildini. Hann skoraði eisini í landsdystinum móti Liktinstein og byrjar inni aftur móti Danmark. Longu nú verður gitt av fleiri, at Adrian kann blíva seldur til lið á hægri stigi, og Adrian vónar, at tað verður longu í summar. Sí samrøðu á Brøndby-leikvøllinum í dag niðanfyri.