Føroyingurin í BK Häcken spældi í kvøld størsta dystin, sum nakar kvinnuligur fótbóltsleikari í Føroyum helst nakrantíð hevur spælt.
BK Häcken kom á odda 1-0, men tapti 2-1 móti franska stórfelagnum PSG í Champions League hjá kvinnum. 18 ára gamla Jóhanna F. Sørensen spældi allan dystin á miðvøllinum hjá svenska liðnum.
Seinni dysturin í Paris verður 28. mars.