Stór leikaraflyting í oddastríðnum nú beint áðrenn 1. umfar.
Fyrr í dag var kunngjørt av íslendskja felagnum Njardvík, at álopsleikarin Martin Klein Joensen gevst í felagnum, sum hann kom til fyrr í vetur.
Og nú er longu greitt, hvar hann fer at spæla. Sambært góðum keldum hjá bolt.fo, so skiftir Martin aftur til barndómsfelagið Víking. Har hevur hann skorað nógv mál síðstu árini og var hann nr. 4 á føroyska toppskjúttaralistanum í fjør við 16 málum. Nú legst hann afturat álopsrekkjuni hjá Víkingi, sum frammanundan telir Jørgen Nielsen, Finnur Justinussen og Andreas Lava Olsen.
Víkingur spælir leygardagin í Sørvági móti 07 Vestur.