Í gjárkvøldið var fagnaðartiltak, sum Klaksvíkar kommuna skipaði fyri í Varpinum. Endamálið var at fagna ítróttarfeløgunum í kommununi.
KÍ skrivar:
Í kvøld hava vit í KÍ verið til eitt fagnaðartiltak øllum ítróttinum her norði at frama, ið Klaksvíkar kommuna stóð fyri.
Tiltakið leggur m.a dent á at heiðra tað stóra og ofta til tíðir ósjónliga sjálvbodna arbeiðið, ið verður gjørt í feløgum. Hesum kunnu vit í KÍ bara taka undir við. Vit hava nógv fantastisk KÍ hjálparfólk, ið hvønn dag, hvørja viku líkamikið hvat hjálpa til og arbeiða fyri felagið
Tykkara íkast er grundarsteinurin í okkara ítróttarfelagi!! Og vóru vit ógvuliga lítið uttan tykkum.
Takk øll, sum á onkran hátt hjálpa til í og stuðla KÍ
Vit gleða okkum til enn eitt spennandi KÍ ár saman við tykkum
*á myndini síggjast umboð fyri nevnd, venjarar, leikarar, og hjálparfólk.