Nú ljóðar, hvar danski miðverjin fer at spæla.
Fotbolti.net skrivar, at Daniel Obbekjær hevur vant við Breiðablik og væntast at skriva undir sáttmála fyri komandi tvey árini við íslendska felagið, sum vann meistaraheitið í 2022. Hann spældi við 07 Vestur í 2023 og 2022.