B36 boðar frá tilgongd.
B36 hevur frammanundan fingið tilgongd av:
Bjarti V. Mørk
Marius K. Lindh
Gutti Dahl-Olsen
Thomas Rømo Lillo
Jelle van der Heyden
B36 skrivar:
Svenskur miðverji til B36
B36 hevur skrivað undir sáttmála við svenska Vilmer J. Rönnberg. Hann flytur í Gundadal úr Varbergs BoIS, sum spældi í bestu svensku deildini í fjør.
Rönnberg verður 22 ár í næstum. Hann er kvikur og vinstrabeintur miðverji, sum er sterkur í nærdystum og góður við bóltinum.
Rönnberg vaks upp í Hammerby, men flutti undan kappingarbyrjan í fjør til Varbergs BoIS, har hann var skrásettur fyri 13 landskappingardystir í fjør.
Avtalan er galdandi fyri 2024.
Rönnberg er annar verjuspælarin, sum í vetur er knýttur at hópinum. Norski Thomas Rømo Lilo skrivaði undir sáttmála fyrr í januar.
Vit ynskja Vilmer J. Rönnberg vælkomnum í Gundadal gleða okkum til samstarvið