Høvuðsvenjarin Sigfríður Clementsen greiðir frá ætlanum hjá EB/Streymi.
EB/Streymur hevur síðani farna kappingarár havt stóra frágongd, meðan tilgongdin higartil bara hevur talt Jens Erik Bruhn frá TB. Síðani hava tveir ungir leikarar, Suni Herman Petersen og Marius Allanson Árting, vant við og sum skilst bendur nógv á, at teir fara at verða partur av hópinum í ár.
Sigfríður Clementsen sigur, at EB/Streymur letar eftir royndum leikarum og at hesir neyvan finnast í Føroyum. Tí er møguligt, at útlendskir leikarar koma til EB/Streym. Hugt verður eftir styrki til miðvøllin, har fleiri leikarar eru farnir, og til álopið, har frágongd eisini hevur verið. Hann sigur, at kanska verður onkur føroyskur leikari afturat leigaður.