Landsliðsleikarin skal undir skurð í hesi vikuni.
Ársins leikari í OBOS-deildini kemur eins og í fjør at missa ein stóran part av undankappingarárinum (Pre-season). Jóannes Bjartalíð sigur við bolt.fo, at hann skal undir skurð fyri sportsbrokk í vikuni og síðani væntast at hann skal binda frið í fýra til seks vikur.
Føroyar spæla venjingardystir móti Liktinstein og Danmark 23. og 26. mars. Landskappingin í bestu deildini í Norra byrjar 1. apríl, og tað er áleið seks vikur frá nú av.