Jóan Símun Edmundsson skal møguliga spæla í Champions League í summar.
Í dag boðar felagið Shkupi frá, at Jóan Símun Edmundsson hevur gjørt sáttmála við felagið. Hann verður okkum vitandi fyrsti føroyskur, sum spælur í Norðurmakedónia. Shkupi liggur í løtuni nr. 2 í deildini í tøttum stríði við oddaliðið Struga, meðan Shkendija liggur beint aftanfyri. Vinnarin kemur at spæla í Champions League í summar eins og KÍ. Har verður liðið ikki styrkismett í 1. umfari, men sum meistari kann vegurin til eitt møguligt bólkaspæl verða stuttur.