Føroyski landsliðsleikarin hevur sáttmála við felag í bestu deildini í Grikkalandi.
Fyrrverandi HB og KÍ-álopsleikarin hevur valt at royna nýggjar leiðir í ena tíð.
- Eg havi fingið sáttmála við eitt felag sum eitur GPO Kastorias, sum spælir í bestu deildini í Grikkalandi. Tað kom í lag, tí ein hevði fylgt gongdini hjá mær í eina tíð, kendi felagið og at tey høvdu brúk fyri einum áleypara. Síðan tóku tey samband og av tí, at kappingin er ígongd í Grikkalandi, gekk alt rættiliga skjótt fyri seg. Eg visti væl, at tá tað byrjaði at gerast ordiliga seriøst, so var valið egentliga tikið fyri meg, tí eg mátti royna hetta. Eg havi sjálv altíð sæð upp til fólk, ið hava búð í øðrum londum og havi sjálv vilja roynt tað síðan eg kann minnast, so hetta var bara til høgra beini, at eg bæði kann búgva her og spæla fótbólt fullatíð, sigur Rebekka Benbakoura við bolt.fo.
Rebekka Benbakoura skoraði sambært Comet 21 mál fyri KÍ í landskappingini í fjør og gjørdist toppskjútti hjá føroyameistarunum. Sáttmálin er fyribils galdandi fram til í mai, tá kappingarárið endar.