Hann hevur til tíðir verið ein lyklaleikari hjá 07 Vestur síðstu árini.
Frágongdin í 07 Vestur hevur verið stór og hon sær út til at blíva størri. Tí Janus Svabo Samuelsen heldur neyvan fram í 07 Vestur. Tí vit hava fingið váttað, at hann hevur royndarvant við NSÍ og kemur at gera tað komandi dagarnar. Tað er ikki greitt, um NSÍ verður hansara nýggja felag, men hetta bendur á, at hann neyvan heldur fram í 07 Vestur. Til tíðir hevur miðvallarleikarin úr Miðvági víst stórspæl fyri 07 Vestur síðstu árini.
NSÍ hevur frammanundan m.a. fingið Jasper Van Der Heyden úr 07 Vestur sum ein av nýggju leikarunum til kappimgarárið í ár.