Landsliðsleikari hevur takkað fyri seg.
34 ára gamli Rógvi Baldvinsson hevur spælt sín síðsta dyst fyri Bryne, tí hann hevur tikið avgerð um at gevast við fótbólti á hægsta stigi. Vit hava spurt Rógva, hví hann hevur tikið hesa avgerðina.
- Tað er ein samanseting av ymiskum. Tey seinastu trý árini havi eg verið nógv skaddur, og so eri eg 34 ár, so uppvenjing aftaná skaða hevur tikið eitt sindur av tíð. Samstundis hava vit ein ungan miðverja sum er ordiliga ’’up and coming’’, so min tið er komin. So havi eg eisini onnur ting uttanfyri vøllin, sum er ordiliga spennandi - so eg avgjørdi, at nu var nokk. Sjálvandi er tað serligt, men eg hevði møguleikan at leingja eitt ár, so tad er gott at steðga sjálvur og ikki bliva ’’kastaður’’ vekk, tí man er ov gamal, sigur Rógvi Baldvinsson, sum síðst var úttikin til landsdystir í summar.
Rógvi Baldvinsson spældi 52 landsdystir og skoraði fýra mál. Móti Portugal, Svøríki og tvær ferðir móti Malta.