logo
  • Heim
  • Mansfótbóltur
  • Kvinnufótbóltur
  • Ungdómsfótbóltur
  • Landsliðsfótbóltur
  • Útlendskur fótbóltur
  • Ymiskt  
    • Leikaraflytingar 2027
    • Leikaraflytingar 2026
    • Leikaraflytingar 2025
    • Leikaraflytingar 2024
    • Leikaraflytingar 2023
    • Leikaraflytingar 2022
    • Lýsingar
Ongantíð verið so stórur møguleiki fyri føroyskum bólkaspæli sum í 2024
Mynd: Eyðbjørn Jacobsen/ki.fo

Ongantíð verið so stórur møguleiki fyri føroyskum bólkaspæli sum í 2024

Skrivað : Jákup Ósá | 10-12-2023 20:57

KÍ kom í bólkaspæl í ár, men á pappírinum er møguleikin nógv størri fyri hesum komandi ár.

KÍ vann seg í bólkaspælið við at sláa meistararnar úr Ungarn og Svøríki út úr Champions League. Tað eru úrslit sum føroyskur felagsfótbóltur ongantíð áður hevur fingið. So kunnu fleiri freistast at siga, at um hetta eru krøvini fyri at koma í eitt bólkaspæl, so hendur tað ikki ofta aftur.

Men umstøður og kappingarleistir broytast. Fyri at koma í eitt bólkaspæl aftur verður møguliga als ikki neyðugt við so torførum vegi.

 

Nýggjur kappingarleistur

Kappingarleisturin fyri altjóða kappingar broytist frá 2024, men áðrenn bólkaspælið broytist hann lítið. Í bólkaspælinum í Conference League broytist tað við, at tað verður kappast í størri bólkum, har ein bara møtir einum felag einaferð, men framvegis spælir seks dystir. Í Champions League og Europa League bólkaspølunum er sama skipan, men við átta dystum í bólkaspælinum, harav tvey umfør eru í januar.

Undan bólkaspælinum er tað blivið eitt lítið vet lættari hjá meistarunum at koma í bólkaspæl, tí fleiri lið (36 ímun til núverandi 32) sleppa í bólkaspølini í teimum trimum kappingunum. Tað ger m.a., at færri lið byrja í 1. umfari og tað merkir, at onkur av teimum bestu liðunum, sum man kundi møta, nú ikki verða møgulig at møta. Harafturat eru tey vánaligastu liðini við í 1. umfari og ikki sum áðrenn, har tey spældu eina undankapping, har eitt av fýra liðum slapp í 1. umfar.

 

KÍ verður styrkismett

Men tann stóri munurin er, at KÍ sum meistari nú verður styrkismett í 1. umfari í Champions League. Hetta kemst av, at KÍ í ár hevur lagt so nógv styrkisstig afturat sínum tali og kemur at hava ágóðan av hesum árinum komandi minst fýra árini í styrkismetingini óansæð hvørjari altjóða kapping. Ongantíð áður síðani Conference League kom í 2021 hevur eitt føroyskt lið verið styrkismett í 1. umfari, og tí er møguleikin á pappírinum fyri einum bólkaspæli ongantíð størri enn í 2024. Tí 1. umfar er rættuliga avgerandi, tí kemur ein víðari úr tí umfarinum, so skal ein altíð í Europa League áðrenn Conference League. Tá er bara neyðugt at vinna ein dyst afturat eins og KÍ gjørdi í 2023. Men vinnur man ikki 1. umfar, so fer man beint í Conference League, og tá er neyðugt at vinna tilsamans tríggjar dystir samanlagt fyri at koma í bólkaspæl.

 

Mótstøðuliðini

Enn eru bara kalendarakappingarnar lidnar spældar, so tað eru fá lið, sum eru komin á listan, men í nógvum kappingum teknar seg ein mynd av, hvør fer at luttaka í 1. umfari í Champions League. Hyggja vit so eftir hvørji mótstøðuliðini væntast at verða hjá KÍ, so eru tað meistarar í londum sum San Marino, Andorra, Albania, Montenegro, Malta, Luksemborg, Norðurmakedónia, Ísland, Litava, Hvítarussland, Slovenia og Georgia. Harafturat er møguleiki fyri Bulgaria, men ikki um eitt av stóru feløgunum vinnur og Kasakhstan, men landafrøðiliga plaga føroysk og íslendsk lið ikki at hava møguleika at trekkja lið úr Kasakhstan í 1. umfari vegna longu frástøðuna. Tað er eisini møguleiki fyri hjá KÍ at møta meistarunum á Gibraltar, men so krevst, at oddaliðið Lincoln Red Imps ikki vinnur meistaraheitið. Onkrar aðrar brotingar kunnu eisini koma, um óvæntað lið vinna meistaraheitið, men sum ikki liggja til tað í løtuni.

Meta vit leystliga so er KÍ kanska favorittur móti meistarunum úr San Marino, Andorra, Montenegro og Malta. Tað er kanska 50/50 móti meistarunum úr Luksemborg, Norðurmakedónia, Íslandi og Litava. Meðan KÍ hevur realistiskan møguleika, men ikki er favorittur móti meistarunum úr Albania, Hvítaruslandi, Slovenia og Georgia. Har hevur KÍ síðstu árini vunni stórsigrar á heimavølli móti meistarunum úr Slovenia og Georgia, men eisini tapt á útivølli móti meistarunum úr Slovenia, meðan útidysturin móti meistarunum úr Georgia ikki var á skrá vegna koronu.

Samanumtikið er talan sostatt nærum bara um mótstøðu, sum á pappírinum gevur KÍ realistiskan møguleika at vinna seg víðari úr 1. umfari og næstan útihýsir møguleikum við á pappírinum nógv betri liðum sum komu við ikki at verða styrkismettir sum Slovan Bratislava (2020), Bodø/Glimt (2022) og Ferencváros (2023).

 

KÍ á markinum til styrkismeting í 2. umfari

KÍ er á markinum til at verða styrkismett til 2. umfar í Champions League. Og kann tað hava nakran týdning? Jú tað kann tað hava, tí lutakastið til 2. umfar í Champions League er áðrenn 1. umfar er spælt. Endaðu allar kappingarnar nú, so hevði KÍ verið styrkismett sum tað síðsta liðið, men vinna favorittarnir, so verður KÍ ikki styrkismett. Men KÍ hevur framvegis ein møguleika at blíva styrkismett við vissu og tað er at fáa stig í Lille. Tað hevði gjørt, at KÍ fekk meira styrkisstig enn meistararnir úr Estlandi og Rumenia (oddaliðið FCB). KÍ hevur fingið 3 styrkisstig fyri 2023, men kemur uppá 4 stig við javnleiki og 5 stig við sigri. Niðanfyri eru styrkismetingarnar, um kappingarnar endaðu í dag.

 

Share

Nýggjastu tíðindir

Áheitan um at møta upp til landsdystin
Áheitan um at møta upp til landsdystin
B36 hevur sett nýggjan høvuðsvenjara
B36 hevur sett nýggjan høvuðsvenjara
Slovakiskir miðlar: Hepnið bjargaði okkum undan størri eyðmýking móti Føroyum
Slovakiskir miðlar: Hepnið bjargaði okkum undan størri eyðmýking móti Føroyum
Hesir runnu mest hjá Føroyum
Hesir runnu mest hjá Føroyum
Hagtølini frá Slovakia-Føroyar
Hagtølini frá Slovakia-Føroyar
Hesin er uppá tal hjá B68
Hesin er uppá tal hjá B68
Alt verður avgjørt mánadagin kl 15.00
Alt verður avgjørt mánadagin kl 15.00
Meira enn 11.000 áskoðarar væntast í kvøld
Meira enn 11.000 áskoðarar væntast í kvøld
Finskur dómari og kendur Premier League-dómari til Slovakia-Føroyar
Finskur dómari og kendur Premier League-dómari til Slovakia-Føroyar
Toppskjúttin hjá Víkingi hevur fleiri møguleikar
Toppskjúttin hjá Víkingi hevur fleiri møguleikar
HB hevur kunngjørt fyrstu tilgongdina
HB hevur kunngjørt fyrstu tilgongdina
Jann Benjaminsen hevur nógv tilboð
Jann Benjaminsen hevur nógv tilboð
Er Poul Kallsberg áveg til Víking?
Er Poul Kallsberg áveg til Víking?
Eyðun Klakstein: Vit hugsa bara um Slovakia
Eyðun Klakstein: Vit hugsa bara um Slovakia
Heilfluktarin hesa vikuna
Heilfluktarin hesa vikuna
Skála hevur fingið nýggja nevnd
Skála hevur fingið nýggja nevnd
Boubacar Dabo gevst í B36
Boubacar Dabo gevst í B36
Óskiljandi at meirilutin noktar at flyta flytingarvindeygað
Óskiljandi at meirilutin noktar at flyta flytingarvindeygað
Schjønberg fingið nýtt venjarastarv
Schjønberg fingið nýtt venjarastarv
Hesir tríggir føroyameistararnir halda ikki fram
Hesir tríggir føroyameistararnir halda ikki fram

Leikaraflytingar 2027

NavnFráTil
Oliver Klemensen07 VesturHB
Sebastian L. NielsenB68Víkingur
Fríði í Túni PetersenB68AB
Jóhan JosephsenKÍVíkingur
Jónas Prior07 VesturVíkingur
Bjørn BjarkhamarVíkingur (2.deild)Skála
Djóni SamuelsenB68B36
Martin JohansenSkálaVíkingur
Sebastian S. PetersenSkálaB36
Mansour SinyanKÍKFUM
Filip BrattbakkKÍ(uttanlands)
Jean CarlosKÍ(ógreitt)
Erlend HustadKÍ(ógreitt)
Oussama AliKÍ(ógreitt)
Arnbjørn SvenssonVíkingur(uttanlands)
Nicolai V. ChristensenKÍ(ógreitt)
Hallur HanssonKÍ(givin)
Mark F. JensenKÍ(uttanlands)
Ragnar SamuelsenB36(uttanlands)
Mathias VossHBVendsyssel
Valerian IobashviliFC Suðuroy(givin)
Hampus NäsströmKÍ(uttanlands)
Aron BenjaminsenVíkingurHearts
Vís meira

Stigatalvan 2026

1. NSÍ58 stig
2. KÍ52 stig
3. HB45 stig
4. Víkingur43 stig
5. B3642 stig
6. Skála28 stig
7. AB28 stig
8. EB/Streymur27 stig
9. 07 Vestur25 stig
10. B6820 stig

Málskjúttar

Petur KnudsenNSÍ13 mál
Loïck LespinasseB689 mál
Bartal Páll KleinB369 mál
Páll A. KlettskarðKÍ8 mál
Árni FrederiksbergKÍ8 mál
Heini SørensenHB8 mál
Michal PrzybylskiNSÍ8 mál

Upplegg

Árni FrederiksbergKÍ17 upplegg
Aron BenjaminsenVíkingur10 upplegg
Luca ThorstensenAB10 upplegg
Jann BenjaminsenNSÍ10 upplegg
Mathias VossHB9 upplegg
Dan í SoyluHB8 upplegg

Málstig

Árni FrederiksbergKÍ25 mál/upplegg
Petur KnudsenNSÍ21 mál/upplegg
Aron BenjaminsenVíkingur17 mál/upplegg

Deyðbóltsstøður (skorað mál) - Dagført eftir 27. umfar

NSÍ18 mál
KÍ18 mál
Skála17 mál
Víkingur12 mál
B6812 mál
AB12 mál
EB/Streymur11 mál
HB10 mál
B369 mál
07 Vestur7 mál

Deyðbóltsstøður (latið mál inn)

KÍ8 mál
NSÍ8 mál
Víkingur11 mál
07 Vestur13 mál
AB13 mál
HB13 mál
Skála14 mál
EB/Streymur15 mál
B36 15 mál
B6816 mál

Mál í spæli (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

HB38 mál
NSÍ36 mál
KÍ33 mál
B3632 mál
Víkingur26 mál
AB22 mál
EB/Streymur19 mál
07 Vestur19 mál
B6815 mál
Skála15 mál

Mál í spæli ímóti (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

KÍ14 mál
Víkingur15 mál
B3619 mál
NSÍ19 mál
HB22 mál
EB/Streymur26 mál
07 Vestur27 mál
Skála28 mál
AB30 mál
B6836 mál

Beinleiðis frísparksmál síðani 2015

A. JustinussenHB21 mál
Á. FrederiksbergKÍ/B36/NSÍ16 mál
P. KnudsenNSÍ9 mál
B. OlsenNSÍ6 mál
J. BjartalíðKÍ5 mál

Stigatalvan kvinnur

Endaspæl FM-bólkurStig
1. KÍ56 stig
2. HB47 stig
3. Víkingur34 stig
4. Skála14 stig
..
Endaspæl bólkur bStig
1. 07 Vestur26 stig
2. B3621 stig
3. ÍF10 stig
4. FC Suðuroy4 stig
Vís meira

Málskjúttar

NavnFelagGrundspæl+endaspæl
Durita HummelandKÍ8+13 mál
Julia Naomi MortensenHB11+3 mál
Brá ZakariasardóttirHB9+3 mál

Føroyingar til ella úr føroyskum fótbólti

Úr føroyskum fótbólti 2026 (6)FráTil
Aron BenjaminsenVíkingurHearts
Árni Nóa AtlasonVíkingurVendsyssel
Ari OlsenVíkingurVendsyssel
Olaf BárðarsonVíkingurSandnes
Pætur PetersenB36Hillerød
Ari í Haraldsstovu Petersen07 VesturÍBV
Til føroyskan fótbólt 2026 (5)FráTil
Meinhard E. OlsenKoldingNSÍ
Pætur PetersenHillerødB36
Aron BenjaminsenKristiansundVíkingur
Dávid ReynheimTorino (U18)KÍ
Árni Nóa AtlasonEgersundsVíkingur
Úr føroyskum fótbólti 2025 (8)FráTil
Árni Nóa AtlasonVíkingurEgersunds
Mattias HellisdalB36Västerås SK
Poul KallsbergVíkingurHillerød
Samuel ChukwudiHBSJK Seinäjoki
Hanus SørensenHBCelje
Áki SamuelsenHBRanheim
Géza Dávid TuriVíkingurGrimsby Town
Andrass JohansenB36Fremad Amager
Til føroyskan fótbólt 2025 (5)FráTil
Patrik JohannesenBreiðablikKÍ
Brandur HendrikssonFredrikstadNSÍ
Stefan RadosavljevicSligo RoversVíkingur
Heini F. SørensenThistedHB
Daniel JohansenHillerødKÍ
Úr føroyskum fótbólti 2024 (5)FráTil
Heri MohrHBStrømmen IF
Adrian JustinussenHBHillerød
Mattias LamhaugeB36Fredericia
Martin K. JoensenVíkingurNjardvík
Dávid ReynheimHBTorino
Til føroyskan fótbólt 2024 (6)FráTil
Elias RusborgHvidovreHB
Martin K. JoensenNjardvíkVíkingur
Petur KnudsenEl PasoNSÍ
Rasmus NilssonFremHB
Pætur PetersenKAKÍ
Gilli RólantssonVejleTB
Úr føroyskum fótbólt 2023 (10)TilFrá
Hørður AskhamHBAB
Daniel JohansenHBThisted
Gilli R. SørensenTBVejle
Gunnar VatnhamarVíkingurVíkingur R
Stefan RadosavljevicHBSligo Rovers
Noah MneneyVíkingurBryne
Pætur PetersenHBKA
Jóannes BjartalíðKÍFredrikstad
Klæmint A. OlsenNSÍBreiðablik
Daniel JohansenHBFredericia
()
Til føroyskan fótbólt 2023 (5)FráTil
Daniel JohansenFredericiaHB
Hallur HanssonKRKÍ
Gilli R. SørensenOddsTB
Viljormur DavidsenHelsingborgHB
Samuel ChukwudiUnion SGHB
Vís meira

Toppskjúttar í Evropafótbólti fyri føroysk lið

NavnFelagMál
Páll KlettskarðKÍ16
Árni FrederiksbergKÍ15
Levi HanssenHB/EB/Streymur9
Michal PrzybylskiB36/HB/NSÍ9
Klæmint OlsenNSÍ8*
Sølvi VatnhamarVíkingur8
Deni PavlovicKÍ6
Petur KnudsenNSÍ6
Bergur MidjordB365
Jákup BiskopstøKÍ5
Olgar DanielsenKÍ5
*+ trý mál fyriBreiðablik
Vís meira

Um Bolt.fo

Bolt.fo er føroysk heimasíða, ið fyrst og fremst varpar ljós á føroyskan fótbólt, ið er best umtókta ítróttagrein í Føroyum, bæði hvat viðvíkur virknum limum og áskoðarum. Bolt.fo gevur umrøðu til vaksnamannadeildirnar og ungdómsdeildirnar hjá báðum kynum eins og vit fylgja føroyingum, ið royna seg uttanlands.
Hevur tú eitt hugskot ella evnið, ið heimasíðan skuldi tikið upp, send so teldupost til bolt@bolt.fo ella ring tlf. 228660.

  • facebook
  • twitter
  • instagram
  • pinterest
© bolt.fo 2026