Víkingur hevur í kvøld kunngjørt nýggja venjaran.
Víkingur skrivar:
NÝGGJUR HØVUÐSVENJARI SETTUR
Svenn Ósbjørnsson Olsen er settur sum høvuðsvenjari hjá Betri kvinnum
Svenn, ið er 52 ára gamal, er gøtumaður og Víkingur. Hann hevur A-venjaraprógv og nógvar royndir, bæði sum høvuðsvenjari, hjálparvenjari og høvuðsungdómsvenjari, bæði í Víkingi, men eisini í øðrum feløgum. Svenn hevur áður eisini verið venjari hjá WU15 landsliðnum og er í løtuni hjálparvenjari hjá kvinnulandliðnum.
Svenn kemur nú at standa á odda fyri okkara kvinnuliðið, saman við Hans Andriasi, sum hevur verið runt um hópin seinastu tvey árini. Hans Andrias, sum er í holt við at taka A-venjaraprógv, kemur at virka sum hjálparvenjari og partvís málmansvenjari.
Arbeitt verður við at víðka um toymi - meir um tað komandi dagarnar.
Vit meta, at vit hava fingið eitt væl skikkað venjaratoymi, og síggja fram til kappingarárið 2024