Tað tykist greitt, at toppskjúttin á U21-landsliðnum fer at skifta felag í vetur.
Bolt.fo hevur fingið váttað frá B68, at 19 ára gamli Jørgen Nielsen ikki er bundin til B68 í 2024. Hann gjørdi ein tvey ára sáttmála, men sum skilst var hesin ikki bindandi fyri seinna árið.
Nú ljóðar, at fleiri topp 4 lið liggja framvið at fáa undirskriftina. Tað ljóðar, at í øllum førum B36 og Víkingur hava bjóðað honum sáttmála. Tey leita bæði eftir álopsleikara til 2024. Jørgen er uppvaksin í NSÍ, men óvist er, um NSÍ eisini er ein møguleiki.
Jørgen Nielsen hevur í ár serliga gjørt um seg á U21-landsliðnum, har hann hevur skorað fýra mál, sum ger hann til toppskjútta. Hann er eisini saman við Stefan Radosavljevic leikarin við metinum á U21-landsliðnum viðm fimm málum.