(Oslo) Bolt.fo hitti FM-venjaran hjá ÍF í 1979 í Oslo undan landsdystinum millum Norra-Føroyar.
Svenski Ronny Gunnarsson hevur eina serliga støðu í føroyskum fótbólti, tí hann var venjari, tá ÍF í 1979 vann sítt fyrsta og higartil einasta FM í bestu deildini. Ronny Gunnarsson hevur síðstu mongu árini havt virksemi í fótbólti m.a. sum umboðsmaður og fyriskipari av ymiskum tiltøkum fyri venjarar undir heitinum ’’Fotballkonsulent Geson’’.
Vit tosaðu nógv um, tá hann var venjari hjá ÍF og síðani, hvørja ávirkan hann hevði á, at Abraham Hansen, John Jarnskor, Jóannes Jakobsen og Kári Reynheim fóru uttanlands at spæla. Síðani koma vit inná føroyskan fótbólt nú og har greiðir hann frá, at KÍ er blivið eitt ’’kultfelag’’ í Svøríki og Norra eftir úrslitini í altjóða fótbólti í ár. Til endans koma vit inná landsliðið. Hetta umframt nógv annað kann hoyrast í samrøðuni við Ronny Gunnarsson, niðanfyri.