Arsenal stjørnan Martin Ødegaard hevur givið avboð, meðan kjak er í norskum miðlum, hvørs Erling Haaland fer at fáa frí móti Føroyum hósdagin.
Martin Ødegaard er skaddur eins og hann hevur verið síðstu vikurnar og fær tí ikki spælt. Ståle Solbakken, landsliðsvenjari, hevur havt tíðindafund. Hann vil ikki siga, um Erling Haaland verður hvíldur móti Føroyum, men sigur, at tað verða fleiri sum fáa spælitíð í dystunum móti Føroyum, sum er venjingardystur, og Skotlandi, sum er undankappingardystur, ið tó ongan týdning hevur fyri Norra. Men tað verður ikki so stór útskifting, tí hann sigur, at teir sum fáa møguleikan móti Føroyum skulu føla, at teir koma inná eitt lið, sum hevur spælt nakað saman.
Erling Haaland, sum telist millum favorittarnar at blíva valdur til heimnsins besta leikara fyri 2023, hevur spælt sera nógv fyri Manchester City og eftir landsliðssteðgin kemur ein sera hørð skrá hjá ensku feløgunum og norskir miðlar hava lagt upp til, at Pep Guardiola hevur sett krav um, at Haaland ikki skal spæla so nógv á norska landsliðnum hesaferð, men Solbakken avvísir, at nakað samskiftið um nakað slíkt hevur verið.