KÍ kunngjørdi í kvøld landsliðsleikara, men eisini ein annar nýggjur leikari vandi við.
KÍ kunngjørdi í kvøld, at Margunn Lindholm fer at spæla við KÍ í 2024. Hon var ársins leikari í 2018. Eisini ein annar nýggjur leikari vandi við KÍ. Tað var 16 ára gamli U17-landsliðsleikaran Sólja V. Johansen, sum í ár spældi við NSÍ. Hon er systir til Mariu V. Johansen, sum hevur spælt við KÍ síðani á sumri 2022.