Besta liðið í landskappingini eftir summarsteðgin hevur ikki merkt nakað til góðu gongdina á A-landsliðnum enn, men mánadagin verður tað kanska broytt.
Hyggja vit eftir landsliðsúttøkum í 2023, so er Víkingur eftirbátur í mun til hini topp 4 liðini.
Landsliðsleikarar í 2023:
7: HB
7: KÍ
5: B36
2: Víkingur
Har skal tó viðmerkjast, at í uppstillingini hjá Víkingi eru Signar á Brúnni, Aron J. Ellingsgaard, Olaf Bárðarson og til tíðir Poul Kallsberg, sum allir eru á U21-landsliðnum og tí ikki kunnu teljast við, tí tað er ein politikkur um, at leikarar heldur skulu spæla U21-landsdystir, um teir ikki væntast at fáa spælitíð á A-landsliðnum. Sølvi Vatnhamar er annar av landsliðsleikarunum og hevur verið lyklaleikari á landsliðnum í nógv ár, og so er Bárður á Reynatrøð komin sum triði málverji í 2022. Atli Gregersen er givin á landsliðnum og Géza Dávid Turi er enn ikki tøkur, tí hann ikki er danskur ríkisborgari, men tað væntast hann at blíva í áleið apríl 2024.
Eftir eru serliga tveir leikarar, sum eru fastir í uppstillingini og sum hava verið eyðsýndir í 2023. Báðir hava verið partur av verjuni, sum eftir summarsteðgin bara hevur latið fimm mál ígjøgnum í 10 dystum. 24 ára gamli miðverjin Arnbjørn Svensson og 22 ára gamli vinstri bakkurin Ingi Jonhardsson. Telja við deyðbóltar frá, so er Ingi tann føroyski vinstri bakkurin í deildini við flest uppleggum (6).
Eftir at Víkingur sunnudagin vann á KÍ, so komu bæði fyrrverandi liðskiparin á landsliðnum, Atli Gregersen, og royndi landsliðsleikarin, Sølvi Vatnhamar, við ábendingum um, at teir kanska halda at tíðin er komin til, at gongdin hjá Víkingi fer at síggjast aftur til úttøkurnar á A-landsliðnum. Hoyr tey brotini niðanfyri, sum vóru søgd í KVF og FM1.