Í síðstu viku kom listin hjá Fólkatinginum út fyri persónar, sum kunnu fáa sítt ynski uppfylt um at fáa danskan ríkisborgararætt.
Á listanum hjá fólkatinginum er 25 ára gamli B36-leikarin Michal Przybylski. Hann verður sostatt føroyingur á pappírinum um stutta tíð, tá alt tað formliga er avgreitt. Men 22 ára gamli Géza Dávid Turi var ikki á listanum, so hann má bíða til í fyrsta lagi i mars mánaða. Kemur hann á listan í mars, so kemur fólkatingið at atkvøða um listan í juni, so hann verður í fyrsta lagi danskur ríkisborgari á sumri 2024.
Tað er tvær ferðir árliga, at fólkatingið kemur við lista yvir, hvørjir persónar hava fingið góðtikð síni ynski um danskan ríkisborgaraskap.